placeholder
Innanlands

10.252 fólk kannað seinastu tríggjar dagarnar

Føroyar eru nú farnar frá at vera eitt land uttan koronasmittu til at vera eitt land, sum útflytur smittuna

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KvF)

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KvF)

2020-08-10 17:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næstan fimtingurin av Føroya fólki hevur kannað seg fyri korona hesar seinastu tríggjar dagarnar.

Fríggjadagin vóru 4.521 fólk kannað, leygardagin 3.462 og sunnudagin 2.269 upplýsir Heilsumálaráðið í dag. Tað vil siga, at 10.252 kanningar eru gjørdar hesar seinastu tríggjar dagarnar, svarandi til 19,5 prosent av fólkunum, sum búgva í landinum.

Les eisini: 8,6 prosent av fólkinum lótu seg kanna fríggjadagin 

Kanningarnar hava verið so nógvar, at úrslitið av greiningunum hava verið munandi seinkað í mun til aðrar tíðir.

Við seinastu dagføring vantaðu framvegis úrslitini frá yvir 700 kanningum frá leygardegnum. Men tá vóru funnir seks tilburðir við smittu og hartil ein frá teimum, ið lótu seg kanna sunnudagin.

Seinastu útlendingarnir staðfestir frískir
Í dag vórðu 10 persónar staðfestir frískir. Talan er um teir útlendingarnar, sum fingu staðfest smittuna í samband við, at trý skip lógu við bryggju í Ánunum í Klaksvík upp undir ólavsøku. Hesir eru allir farnir av landinum aftur.

Í alt eru tí 225 staðfest frísk, og sostatt eru 88 fólk smittað í løtuni, og talan er í øllum førum um persónar, sum hava føroyskt p-tal.  

Seinkingin í kanningarúrslitinum darvar eisini smittusporingina, sigur landslæknin. Tað týdningarmiklasta í løtuni er at avbyrgja tey, sum hava fingið staðfest smittuna, umframt at viðkomandi persónar, sum hava verið í beinleiðis samband við smittaðu fólkini, fara í sóttarhald. Skotbráið er stutt, tí fólk smitta onnur dagin eftir, at hesi fingu smittuna. Smittan breiðir seg sera skjótt, og tí er hetta týdningarmiklasti stigið, sum skal takast, fyri at steðga smittubreiðsluna.

Landslæknin er tó bjartskygdur, tí síðani 38 tilburðir vórðu staðfestir tann 5.august, er talið av staðfestum tilburðum minkað hvønn dag.

- Vit síggja eina geografiska smittubreiðslu, men samstundis síggja vit, at talið av tilburðum støðugt minkar, og tað kunnu vit fegnast um. Tølini vísa eisini, at føroyingar taka støðuna í álvara, og tað fegnist eg um, sigur landslæknin við heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum.

[object Object]
Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Útflyta smittuna
Fyri nøkrum døgum síðani var Landslæknin ikki í iva um, at talan var um eina og sama smittuketu. Í seinastuni hava fleiri persónar fingið staðfest smittuna, har tað ikki ber til at nágreina, júst hvussu hesi eru smittað.

Tó er landslæknin vísur í , at smittan er komin til landið áðrenn ólavsøku, har krímsjúkan hevur breitt seg, tá fólk hava savnast til ymisk privat tiltøk.

Allir persónar, sum hava fingið staðfest smittuna síðani 3. august, hava føroyskt p-tal. Ein persónur fekk tann 6. august staðfest sjúkuna við komu til Føroya, og eisini her var talan um ein persón, sum hevði føroyskt p-tal.

Teir útlendingar, sum higartil hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, hava ikki smittað onnur. Tað er tí eisini greitt, at smittan breiðir seg millum føroyingar. 

Eisini eru fleiri persónar farnir av landinum aftur, sum hava fingið staðfest smittuna við komu til annað land. Tá hetta hendir, verður neyðuga smittusporingin framd, soleiðis at finnast kann fram til tey, sum eru í smittuvanda. Hesir persónar telja tó ikki við í føroyska hagtalsyvirlitinum. Føroyar eru tí farnir frá at vera eitt land við ongari smittu, til at vera eitt land, sum útflytir smittuna, og tað er ein nýggj støða, skrivar Heilsumálaráðið.

Vandamikil smittubreiðsla
Nakrir tilburðir eru eisini staðfestir, tá arbeiðspláss hava kannað starvsfólk. Tvey starvsfólk hava fingið staðfest smittuna í samband við kanningar gjørdar á arbeiðsplássinum, og í báðum førum er talan um persónar, sum eingi sjúkutekin høvdu.

Smittan er komin inn um gáttina á stovnum, har hon helst ikki skal vera, og tá gerst støðan vandamikil. Hetta er heldur ikki hent áður, og tað sæst tí týðiliga, at vit í løtuni hava eina aktiva, skjóta og vandamikla smittubreiðslu í Føroyum.

Landslæknin vísir á, at tað er serliga í sosialum høpi, at vit verða smittað og smitta onnur. Tað eru ikki ferðafólk ella starvspláss, sum eru vandamikil. Vit smitta hvønn annan, tá vit eru saman við hvørjum øðrum, til dømis í veitslum og øðrum tiltøkum.

Tí er áheitanin frá landslæknanum eisini greið: Vit mugu minnast til góða reinføri, og vit mugu minnast frástøðuna. Tá vit eru til handils, tá vit eru ørindir, og serliga tá vit eru innandura, har nógv fólk savnast. Landslæknin vísir á, at í hesum støðum er maskan eisini eitt smittuverjandi amboð, sum vit kunnu brúka.

- Sum støðan er í løtuni, meti eg tað vera sera hóskandi, at vit brúka maskuna, tá vit til dømis eru til handils, ella tá vit eru innandura, har fleiri fólk savnast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder