Innanlands

104 metrar sprongdir í farnu viku

Smærri lekar og gerð av vegabreyt ávirkaðu arbeiði

Skíggjamynd av estunlar.fo

Skíggjamynd av estunlar.fo

2019-02-18 09:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farni viku vórðu sprongdir 104 metrar í alt. Smærri lekar og gerð av vegabreyt ávirkaðu arbeiði. Nú eru sprongdir 9.597 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

46 metrar vórðu sprongdir frá Hvítanesi, umframt at 500 metrar av vegi liðugt gjørdir. Í alt eru nú sprongdir 4.613 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanes vórðu sprongdir 24 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.705 metrar.

Og frá rundkoyringini og móti Rókini vórðu í farnu viku sprongdir 34 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.654 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder