
16. apríl í 1915 kom Norðlýsið út fyri fyrstu ferð.
Fyri fimm árum síðani, í 2015, varð nógv gjørt burturúr, tá lokalblaðið í Norðuroyggjum fylti 100 ár. 105-ára dagurin verður ikki hildin vegna korona smittuvandan, skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari, nordlysid.fo.
Blaðið kemur út einaferð um vikuna.
Jóhann Lützen er stjóri á Norðlýsinum og eigur tað saman við Jóannis Skorheim. Teir keyptu tað frá Olivur og Elsu Joensen í 2017.
Olivur Joensen hevur verið partur av Norðlýsinum í yvir 40 ár og er framvegis blaðstjóri. Sonur hansara, John William Joensen, hevur eisini verið knýttur at Norðlýsinum leingi. Hann er blaðmaður og prentari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald