Innanlands

106 útlendingar seta Føroyar í stand

Komandi dagarnar verður “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism” átakið kring landið

Mynd: Visit Faroe Islands

Mynd: Visit Faroe Islands

2019-04-25 12:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í morgin og leygardagin fara 106 útlendingar at umvæla og seta Føroyar í stand. Hetta hendir í samband við átakið “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism” hjá Visit Faroe Islands.

Hugskotið er at fleiri fólk kring heimin fegin vilja royna hendan nýggja háttin at ferðast, har ein fer til eitt land og ger hjálpararbeiðið. Hugtakið kallast Voluntourism, og komandi dagarnar fara útlendingar at sleppa at royna hetta í Føroyum, nú Visit Faroe Islands skipar fyri átakinum “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism”.

Teir allar flestu útlendingarnir koma til landið í dag. Nøkur teirra komu í gjár, men tey allarflestu koma nú seinnapartin, og so aftur nøkur fá í kvøld. Tey á Visit Faroe Islands taka ímóti teimum á flogvøllinum, og síðani fara øll til Bíggjar, har tey fáa okkurt at eta, og verða síðani býtt upp í bólkar alt eftir hvar í landinum tey verða send.

Tilsamans eru 11 støð, har útlendingarnir fara at umvæla og seta í stand. Støðini eru Mykines, Gásadalur, Miðvágur (Trælanípan), Gjógv, Elduvík, Klaksvík (Klakkur), Kirkjubøur, Nólsoy, Dalur – Skarvanes, Tvøroyri (Hvannhagi) og Vágur (Eggjarnar).

Tað eru tey á Visit Faroe Islands sum avgera hvørji fólk fara hvar. Hetta verður gjørt út frá einari meting av hvat tey eru før fyri, hvussu væl tey eru fyri og nær tey lenda.

Teir allarflestu av teimum 106 útlendingunum fara av landinum aftur sunnudagin, og verða sostatt bert við til sjálvt átakið. Tó eru nøkur, sum hava valt at leingja ferðina og taka eina feriu í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder