Innanlands

1089 fólk búgva nú í Sjóvar kommunu

Burðartalið í kommununi fyri seinastu tíggju árini vísir, at 180 fólk eru fødd síðani 2009; 28 fleiri dreingir enn gentur

920 fólk búgva á Strondum vísa tøl pr. 31 desember 2019

920 fólk búgva á Strondum vísa tøl pr. 31 desember 2019

2020-01-06 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjóvar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at 31. desember í 2019 búðu 1089 fólk í teimum fimm bygdunum í kommununi á vestara armi á Skálafjørðinum:  

42 á Selatrað,
27 á Morskranesi,
31 í Kolbeinagjógv
69 Innan Glyvur
920 á Strondum

Størsta bygdin kemur helst at vaksa heilt fitt komandi árini; millum annað orsaka av Eysturoyartunnlinum. 

Burðartalið fyri seinastu 10 árini í kommununi er nú eisini gjørt upp: 
2010: 6 drengir og 8 gentur - 14 tilsamans

2011: 14 dreingir og 3 gentur - 17 tilsamans
2012: 10 dreingir og 7 gentur  - 17 tilsamans
2013: 12 dreingir og 7 gentur - 19 tilsamans
2014: 11 dreingir og 11 gentur - 22 tilsamans
2015: 7 dreingir og 5 gentur - 12 tilsamans
2016: 11 dreingir og 7 gentur  - 18 tilsamans
2017: 10 dreingir og 14 gentur - 24 tilsamans
2018: 12 dreingir og 6 gentur - 18 tilsamans
2019: 11 dreingir og 8 gentur - 19 tilsamans 

Tilsamans eru 180 børn -  104 dreingir og 76 gentur -  fødd síðani 2009.

Higartil í 2020 er ein genta fødd í Sjóvar kommunu. Hon varð fødd 4. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder