Innanlands

1,1 mió. kr. til útoyggjamenning

Heilsu- og innlendismálaráðið stuðlar útoyggjamenning

Mynd: Heilsu- og innlendismálaráðið

Mynd: Heilsu- og innlendismálaráðið

2019-01-14 12:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heilsu- og innlendismálaráðið boðar frá, at nú ber til at søkja um stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 1,1 mió. kr.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað sæst her. Reglugerðin sæst her.

Freistin at søkja um stuðul er 1. februar 2019.

Umsóknir skulu sendast til:

Heilsu- og innlendismálaráðið, Eirargarður 2, 100 Tórshavn ella til [email protected]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder