Innanlands

11 starvsdagar á Hamrinum

Í sambandi við, at Dagstovnurin á Hamrinum fylti 20 ár, vórðu fleiri starvsdagar hátíðarhildnir hósdagin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-06-11 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin fylti Dagstovnurin á Hamrinum 20 ár, og í tí sambandi vórðu eisini fleiri starvsdagar hátíðarhildnir.

- Tað hevur stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív. Eg fari at takka tykkum øllum hjartaliga fyri tykkara stóra íkast og drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í røðu sínari.

11 starvsfólk vórðu heiðrað. Øll fingu handað blómur og gávur, og ein teirra fekk handað silvurheiðursmerki fyri 30 ára tænastu.

  • Eiler Rasmussen og Jákup Thomsen, vaskifólk, 18 ár
  • Jóhanna Maria Olsen, námsfrøðingur, 10 ár
  • Linda Petra av Fløtum, námsfrøðingur, 10 ár
  • Edna Mørkøre, hjálparfólk, 10 ár
  • Edith Petersen, dagrøktari, hjálparfólk og námsfrøðingur, 20 ár
  • Poula á Dul, hjálparfólk og køksfólk, 20 ár
  • Joan Margretha Poulsen, hjálaprfólk, 20 ár
  • Sóley Martinsdóttir við Garð, 20 ár
  • Guðny Karbech Hansen, hjálparfólk 25 ár
  • Astrid Joensen, námsfrøðingur, 30 ár

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder