Innanlands

110 virkin mál í løgtinginum

Løgtingið fær úr at gera komandi tíðina

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-03-06 10:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

 

Løgtingsfundur varð settur stutt eftir klokkan 10 í dag. Tá Páll á Reynatúgvu setti fundin kom hann fyrst við einari áheitan til  bæði landsstýrið og løgtingsfólk.

Løgtingsformaðurin greiddi frá, at tað í løtuni liggja 110 virkin mál í skipanini og bíða eftir at verða viðgjørd.

Løgtingsformaðurin segði, at fyri at løgtingið best kann koma gjøgnum øll hesi 110 mál, má formaðurin tí sjálvur seta fast hvør dagsskráin verður og nær tingfundir verða, og landsstýrið og tingfólk mugu rætta seg inn eftir dagsskránni.

Páll á Reynatúgvu heitti eisini á løgtingsfólk og landsstýrisfólk um ikki at sveima alt ov víða um og heldur at hugsavna seg um tað, sum er á skrá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder