2019-06-17 16:54
Higartil í ár hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið móttikið íalt 112 fráboðanir um arbeiðsóhapp.
Hagtølini vísa, at fyri menn eru flest arbeiðsóhapp fráboðað í vinnugreinini fiskiídnaður á landi, meðan tað fyri kvinnur eru fráboðað flest arbeiðsóhapp í vinnugreinini heilsa og røkt.
Sama tíðarskeið í 2018 hevði Arbeiðs- og brunaeftirlitið móttikið 90 fráboðanir um arbeiðsóhapp. Samanborið við fyrsta hálvár í 2018 er talan um eina øking á 24%.
Í vinnugreinunum landbúnaður, vinnukaving og skúlar og ansingarstovnar eru eingi arbeiðsóhapp fráboðað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald