Innanlands

115 milliónir í vinningi

Tað hevur gingið framúr væl hjá felagnum Palli hjá Mariannu, sum er móðurfelag hjá trimum dótturfeløgum og sum eigur ognarlutir í níggju føroyskum feløgum

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-06-05 23:25 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Tá roknskapurin fyri 2022 var gjørdur upp og lagdur fram á aðalfundinum hjá P/F Palli hjá Mariannu 12. mai, lógu 115 mió.kr. eftir í vinningi eftir skatt.

Úrslitið hjá sterka samtaksfelagnum í Klaksvík stavar bæði frá inntøkum frá fiskivinnuvirksemi við pelagisku skipunum Norðborg og Christian í Grótinum, men eisini frá alsamt øktum inntøkum frá íløguvirksemi í ymiskum vinnuvirksemi í Føroyum.

Rakstrarroknskapur

Samtaksroknskapurin hjá Palli hjá Mariannu P/F vísur eina góða gongd fyri 2022.

[object Object]

Nettosølan vaks 107,5 mió.kr. til 498,4 mió.kr. í 2022. Bruttoúrslitið vaks somuleiðis úr 205,3 mió.kr. í 2021 til 281,6 mió.kr. í 2022.

Rakstrarúrslitið (ebitda) vísir ein vøkstur á 46,2 mió.kr. til 132,9 mió.kr. Vøksturin er heili 53,3 mió.kr.

[object Object]

Úrslit av fíggjarpostum netto var 25,4 mió.kr., sum tó er væl minni enn í 2021, tá fíggjarpostar góvu 44,4 mió.kr.

Partafelagsskattur í 2022 var 20,8 mió.kr., sammett við 15,5 mió.kr. í 2021.

Tilfeingisgjøld í alt vóru 63,4 mió.kr. í 2022.

Ársúrslitið eftir skatt fyri 2022 var eitt avlop á 115,5 mió.kr. samanborið við 101,2 mió.kr. í 2021.

Aðalfundurin samtykti at útluta 11,5 mió.kr. út til partaeigarnar.

Fíggjarjavnin

Fíggjarjavnin hjá P/F Palli hjá Mariannu samtakinum var við 2022 ársenda 1.392,1 mió.kr. ella stívliga 1,4 mia.kr.

Á ognarsíðuni eru størstu postarnir støðisogn, sum er føst ogn og fíggjarlig støðisogn, sum er virðið á dótturfeløgum og leyst knýttum feløgum.

Støðisognin í 2022 var íalt 555,6 mio.kr., sammett við 504 mió.kr. í 2021.Fíggjarlig støðisogn í 2022 var 222,5 mió.kr. sammett við 203,7 mió.kr. í 2021.

Samlað støðisogn í 2022 var 778,1 mió.kr. sammett við 707,7 mió.kr. í 2021. Og í umferð var í 2022 í alt 614 mió.kr., sammett við 488,8 mió.kr. í 2021.

Serliga skal viðmerkjast, at tøkur peningur og virðisbrøv við ársendi 2022 í alt heilar 441,2 mió.kr. sammett við 311,9 mió.kr. í 2021.

P/F Palli hjá Mariannu er sera sterkt felag fíggjarliga, har ið eginognin í 2022 var 915 mió.kr.

Felagið hevur eina langfreistaða skuld í 2022 á 222 mió.kr. samanborið við 177 mió.kr. í 2021.

Stuttfreistaða skuldin í 2022 var 165 mió.kr. sammett við 126,1 mió.kr í 2021.

Lyklatølini hjá P/F Palli hjá Mariannu

Lyklatølini vísa eisini at talan hevur verið um eitt gott ár 2022.

[object Object]

Ognaravkastið í 2022 var 8,6 prosent, samanborið við 6,9 prosent í 2021. Eginpeningsavkastið í 2022 var 13,4 prosent, samanborið við 13,2 prosent í 2021. Tryggleikastigið, ella solvensurin í 2022, var 65,7 prosent, sum er tað sama sum í 2021. Gjaldførislutfallið hjá P/F Palli hjá Mariannu var í 2022 heili 372,2 prosent, sum er áleið tað sama sum í 2021. Nevnast kann eisini at tøki peningurin umframt virðisbrøv við árslok 2022 vóru heilar 441 mió.kr.

Samanumtikið kunnu vit siga, at talan er um ein sera góðan 2022 roknskap hjá P/F Palli hjá Mariannu.

Talan er um eitt sera fíggjarliga sterkt felag, sum bæði hevur høgt trygdarevni og eitt sera gott gjaldførið.

Stjóri í P/F Palli hjá Mariannu er Jan Petersen og nevndarformaður er Kristian Martin Rasmussen.

Skrásettir eigarar av partabrøvunum í P/F Palli hjá Marinnu eru fýra holdingfeløg hjá Kristian Martin Rasmussen, Jón Rasmussen, Eyðun Rasmussen og Boga Rasmussen, sum allir hava verið virknir í reiðarínum í mong ár.

Í alt 117 starvsfólk í miðal eru knýtt at samtakinum P/F Palli hja Mariannu sambært roknskapi felagsins.


---

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

---

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder