Fyrst fór Edva Jacobsen úr flokkinum - hetta vegna fosturtøkumálið - í januar boðaði Jaspur Langgaard frá, at hann gevst í politikki, og í gjár gjørdist tað alment, at Magnus Rasmussen ikki stillar uppaftur.
Les eisini: Magnus Rasmussen gevst í politikki
Hetta merkir, at í øllum trý av teimum, sum vóru í topp-tíggju yvir atkvøður hjá Sambandsflokkinum í 2022, ikki stilla upp aftur til valið seinni í ár.
Samanlagt gevur hetta væl yvir túsund atkvøður: 1.169.
Magnus Rasmussen úr Lamba fekk heilar 712 atkvøður til seinasta val. Bert formaðurin, Bárður á Steig Nielsen, fekk fleiri hjá flokkinum, og samanlagt høvdu bert sjey valevni fleiri atkvøður.
Jaspur Langgard av Nesi hevur verið á tingi fleiri ferðir í skeiðnum sum eykamaður. Edva Jacobsen hevur áður sitið á tingið fyri flokkin, og fær fitti av atkvøðum úr millum annað heimbygdini Fuglafirði.
Fleiri nýggj valevni skulu finnast í Eysturoynni
Tey trý nevndu valevnini eru øll eysturoyingar. Hetta merkir, at Samhald skal finna fleiri skikkaðar avloysar til Sambandslistan - Samhald er valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni.
Løgtingsvalið verður einaferð seinni í ár - møguliga ikki so langt út á árið, og onkrir uppstillingsfundir hava verið hjá summum av politisku flokkunum.
Hjá Samhaldi kann ein stúran verða, at sterk valevni hjá øðrum flokkum, sum á ymsan hátt hava líknandi virði sum í Sambandsflokkinum, kunnu fara avstað við "leysu atkvøðunum". Tá tær tátta í 1.200 í tali, umframt tað leysa, er í øllum førum nógv "at taka av".
Í løtuni er Helgi Abrahamsen greitt tað sterkasta kortið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni til næsta val - hann er tann einasti hiðani, sum í løtuni er í tingbólkinum.
Sí eisini: Video: - Tað verður eingin føroyskur statur í danska ríkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald