Tveir menn – annar føroyingur og hin dani – vóru í dag dømdir fongsulsrevsing í 12 ár fyri at smugla evni ætlað til rúsevnaframleiðslu til Føroya. Harvið tók dómarin undir við kravinum hjá ákæruvaldinum um 12 ára fongsul til báðar teir ákærdu.
Men av tí at menninir smuglingin fór fram meðan teir vóru royndarleyslatnir, fingu teir lagt ávikavist tríggjar og sjey mánaðir aftur at dóminum, skrivar, skrivar KVF.
Verjarnir skutu alt fyri eitt dómin inn fyri landsrættin.
Málið snýr seg um smugling av 7,2 litrum av evninum, 5F-MDMB-PINACA, stytt 5F-ADB, til Føroya. Tilfarið varð smugglað til landið á sumri 2024 í sodavatnsdósum í einum bili við Norrønu.
Evnið kundi brúkast til at gera góð 21 kilo av MDMA ella 4,5 kilo av kokaini ella 18,2 kilo av amfetamini, skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald