Innanlands

12 mál á skránni í tinginum í dag

Tingfundur verður kl. 13, har fýra triðju viðgerðir, og átta aðru viðgerðir eru á skránni – Millum málini, sum skulu til aðru viðgerð er broyting í djóravælferðarlógini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-18 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tingfundur verður í dag, og á skránni eru fýra triðju viðgerðir og átta aðru viðgerðir.

Millum málini, sum skulu viðgerast í dag er uppskot um broyting í lógina um MínBoks, sum gevur Føroya rætti heimild at senda og kunnggera talgilt umvegis Mínboks.

Á skránni er eisini broyting í djóravælferðarlógini, sum nágreinar, at veiða og fiskiveiða ikki er fevnt av lógini, og broyting í lógini um fuglaveiðu, sum gevur heimild at skjóta grágás og brandgás.

Umframt hetta er eisini framløga á skránni.

Tingfundurin byrjar klokkan 13. Skráin fyri tingfundin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder