Innanlands

123 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi í gjár

Tað bleiv til 940 skinn, men nakrir hvalir vóru vrak og høvdu svullir, so teir vórðu tiknir frá – Tey, sum luttóku í drápinum fáa eitt skinn í part, meðan heimapartarnir til økið eystan Múla eru 0,35 skinn, sigur sýslumaður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-28 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tilsamans 123 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi í gjárkvøldið, og tað bleiv til 940 skinn, upplýsir Jens Jensen, sýslumaður í Norðoyggjum.

Nakrir hvalir vóru tó vrak og høvdu svullir, so teir vóru tiknir frá. Talan var um einar 15 hvalir.

Seðlarnir komu út í morgun, og grindin verður býtt í drápspartar, og heimapartar til økið eystan Múla, umframt Kalsoy og Kunoy, sigur Jens Jensen.

330 fólk luttóku í grindadrápinum, og fáa tey eitt skinn í part. 449 skinn vóru til heimapartar. Heimapartarnir eru 0,35 skinn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder