Innanlands

125 ár síðan William Heinesen varð borin í heim

Hósdagin var hátíðarhald í Williamshúsi í sambani við, at tað í ár eru liðin 125 ár síðan William Heinesen varð borin í heim

Zacharias Heinesen og Elisa Heinesen, sonur og abbadóttir Williams, greiða frá

Zacharias Heinesen og Elisa Heinesen, sonur og abbadóttir Williams, greiða frá

2025-07-11 11:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar kommuna: Hósdagin var hátíðarhald í Williamshúsi í sambandi við, at tað í ár eru liðin 125 ár síðan William Heinesen varð borin í heim.

Á skránni vóru samrøður við Berg Rønne Moberg, lektara, Ph.d, Bárð Jákupsson, listamann og høvund, og Søren Hauge, høvund.

Seinni út á dagin var móttøka.

Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, umboðaði Tórshavnar kommunu, og segði millum annað:

“Eingin hevur sum William megnað at gera Havnina kenda uttan fyri landoddarnar, og tað var her, uppi undir Varða, at allir tankarnir, allar eygleiðingarnar, allar upplivingarnar og allur alskurin til Havnina og ta fólkið, sum búleikaðist her, blivu dokumenterað, tað verið seg í skaldsøgum, stuttsøgum, yrkingum, pappírsklippum, myndum og hvat tað so kundi vera. Tí sum vit øll vita, so var William ein fjøllistamaður, sum ikki hevur sæð sín líka í Føroyum – ein multikunstnari av tí aðru verð.

Men sjálvt um sjónarringurin var víður, so var føðibýurin tryggi miðdepilin – ikki minst her, undir Varða. Her í grannalagnum búðu eisini javnaldrarnir Christian Matras og Heðin Brú, og hesin lítli bletturin av Havnini bleiv ein listaligur miðdepil, sum millum annað Williamshús framvegis stendur sum eitt vakurt og ríkt minni um.

Eitt gylt ættarlið av føroyskum mentamonnum, sum høvdu sína dagligu gongd her í grannalagnum. Og so sleppa vit heldur ikki undan at nevna Jørgen-Frantz Jacobsen, eisini føddur í 1900 og nærmasti vinmaður Williams, sum ikki minst brævaskiftið teirra millum vísir okkum.

Tað var eisini í einum brævi til Jørgen-Frantz í 1934, at William skrivaði:

“Vi behersker begge, lad det kun frimodigt være sagt, det danske sprog så godt som nogen hjemmefødt sprogmester. Hvilken værdi man ejer i en sådan færdighed, det gør man sig i almindelighed ikke klart. Og værdien må bringes til at leve og yngle.”

So at skilja, at tá ein er vælsignaður við gávum sum teir báðir, er tað mestsum ein skylda at fáa sum mest burturúr hesum gávunum. Einki reyp, men bara ein staðfesting av, hvussu støðan var. Og at William hevði hendan hugburðin, kunnu vit øll vera takksom fyri í dag.

Tí í dag standa varðarnir eftir einum fjøllistamanni, sum fyrst og fremst bara vildi sleppa at brúka sínar gávur og at skapa. Ella sum tá útvarpið eina ferð spurdi hann, hvussu tað nú var at vera heimskendur:

“Tað er ikki keðiligt, men mest av øllum leingist eg eftir friði til at skriva.”

Heiðraður bæði her heima og uttanlands við nøkrum av fínastu heiðurslønum og víðagitin um allan heim longdist honum mest eftir at fara í skrivismáttuna og festa sínar tankar á blað. Jú, sanniliga røkti William sína skyldu at brúka tær gávur, honum vóru givnar.”

“Nú eru stórslignar ætlanir lagdar fram um at gera eitt savn her, sum skal ganga 21 metrar undir jørðina. Samstundis er eitt flogfar uppkallað eftir honum, og eitt slips hjá honum hevur enntá verið í ringrás um jørðina.

Jú, William Heinesen fevnir víða: Úr undirgrundini og heilt út í rúmdina.

Í síni list meistraði hann bæði tað jarðbundna og tað háfloygda, og vit kunnu bert brosa við tankan um, hvat hann hevði fingið burturúr, hevði hann vitað, at eitt av hansara slipsum hevur verið úti í rúmdini. Eina skemtiliga yrking? Eitt stuttligt klipp? Ella okkurt heilt annað? Tað vita vit ikki, men tíbetur hava vit so øgiliga nógv annað eftir honum, sum vit kunnu njóta og vera takksom fyri.

Ikki minst á sjálvum ráðhúsinum, har fleiri av hansara verkum hanga í fundarhølinum, vit kalla Williamsstova. Har eru týðandi fundir, vígslur og har verða avgerðir tiknar um okkara bý og okkara kommunu. Og har á bróstinum hongur ein sjálvsmynd av Williami. Har hevur hann eyguni eftir okkum politikarum og minnir okkum á at ansa væl eftir Havnini, sum hann var so sera góður við.

Til lukku við 125 ára føðingardegnum og takk fyri hetta høvið at vera við at heiðra og minnast mæta listamannin William Heinesen. Takk fyri.”

William Heinesen varð føddur 15. januar 1900. Hann andaðist 12. mars 1991.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder