Innanlands

Hvussu hava LGBTI-persónar tað í Føroyum?

Nýggj frágreiðing kannar lívskorini hjá LGBTI-persónum, og úrslitini verða almannakunngjørd á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 17. juni kl. 15

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-06-14 17:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað kann hava serligar avbjóðingar við sær at vera LGBTI-persónur í einum lítlum samfelag ella øki, sum t.d. Føroyum. Samstundis er kunnleikin til ítøkiligu lívskorini og royndir hjá LGBTI-persónum her á landi framvegis avmarkaður. Hetta skal ein nýggj, norðurlendsk frágreiðing bøta um.

Mikudagin 17. juni bjóðar Norðurlandahúsið inn til ráðstevnu, har úrslitini úr kanningini verða løgd fram. Eisini fara serfrøðingar úr Norðurlondum at koma við íkasti til, hvussu norðurlendskt samstarv kann vera við til at styrkja rættindi og møguleikar hjá LGBTI-persónum í Føroyum.

Ráðstevnan er ætlað umboðum úr landsstýrinum, myndugleikum, stovnum og øðrum, sum arbeiða við ella hava áhuga fyri evninum.

Norðurlendska Ráðharraráðið, Nordisk information for kundskab om køn (NIKK), Norðurlandahúsið og Almanna- og bústaðamálaráðið í Føroyum skipa fyri.

Ráðstevnan er ókeypis, men tilmelding krevst.

Stuðulsmøguleikar til LGBTI-verkætlanir
Aftan á ráðstevnuna ber til at læra meira um norðurlendska LGBTI-grunnin og um, hvussu ein kann søkja um stuðul til nýggjar verkætlanir.

17. juni kl. 17 greiðir grunnurin frá ársins umsóknarumfari og treytunum fyri at søkja í matstaðnum Titu.

Í ár verður serligur dentur lagdur á verkætlanir við høvuðsumsøkjarum úr Føroyum, Grønlandi ella Álandi. Til ber at søkja stuðul millum 50.000 og 500.000 kr.

Tiltakið er ókeypis, og tað er ikki neyðugt at melda seg til.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder