Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi 12. juni 2019 roknskapin fyri 2018.
Í fíggjarætlanini fyri 2018 varð roknað við einum halli á 22.978 mió.
Ársroknskapurin vísir tó eitt avlop á 8.952 mió., t.e. 31.930 mió meira enn væntað.
Samlaði raksturin av kommununi kostaði 66,77 mió. í 2018 og er hetta 2,6 mió minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2018. Meirnýtsla er staðfest í § 2 Almanna- og heilsumál á tkr. 853 og § 4 Undurvísing tkr. 288
Í fíggjarætlanini var roknað við at gera íløgur fyri 27,859 mió í 2018, men roknskapurin vísir, at tað vóru gjørdar íløgur fyri 11,107 mió, sum kunnu sundurgreinast soleiðis:
t.kr. |
||
§ 1 |
Kommunal fyrisiting |
122 |
§ 3 |
Børn og ung |
4.562 |
§ 4 |
Undirvísing |
744 |
§ 5 |
Mentan og frítíð |
7 |
§ 6 |
Teknisk mál |
5.194 |
§ 7 |
Kommunal virki |
478 |
11.107 |
Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2018 vóru 12,541 mió hægri enn væntað, skrivar kommunan á heimasíðuni. Roknað var við 74,290 mió í inntøkum, men roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar vóru 86,831 mió. Inntøkan av persónsskatti var 63,569 mió og av partafelagsskatti 4,522 mió og er hetta 11,523 mió meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2018.
Kommunan hevur í 2018 goldið 3,508 mió í avdráttum og var nettoskuldin við árslok komin niður á 0,30 álíkning. Viðmerkjast kann, at tá skuldin var hægst, var hon góðar 8 álíkningar.
Framgongdin í kommununi seinast árini hevur ført við sær, at býráðið fyri 2019 hevur lækkað skattaprosentið við 1,0%. Harumframt eru gjøldini á barnaansingar-økinum og frítíðarskúlanum soleiðis, at hjá foreldrum sum hava meira enn 2 børn í ansingarskipanini verða 3. og eftirfylgjandi systkin ansaði ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald