2019-04-01 10:50
Í farnu viku vórðu sprongdir 127 metrar í alt. Nú eru sprongdir 10.423 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum. Móti Rókini resta nú 194 metrar í at spreingja og millum Eysturoynna og Streymoynna 621 metrar.
Í farnu viku vórðu 50 metrar sprongdir á Hvítanesi. Í alt eru nú sprongdir 4.926 metrar frá Streymoyarlandinum. Hetta svarar til longdina á Vágatunlinum.
Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 40 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.913 metrar.
Og frá rundkoyringini móti Rókini vórðu sprongdir 37 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.959 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald