Innanlands

127 metrar sprongdir í farnu viku

Komið er nú framvið lægsta stað í tunlinum

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-01-28 10:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku vórðu sprongdir 127 metrar í Eysturoyartunlinum. Nú eru sprongdir 9.303 metrar, av 11.250 metrum.

Komið er nú framvið lægsta stað í tunlinum, miðskeiðis í Tangafirði. Í vikuni er partur av seinasta brunninum sprongdur og hetta arbeiði heldur fram komandi vikuna.

Í farnu viku vórðu 35 metrar sprongdir frá Hvítanesi av, og í alt eru nú sprongdir 4.487 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 54 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.631 metrar. Sprongt hevur eisini verið fyri einum pumpubrunni.

Frá rundkoyringini og móti Rókiin vórðu sprongdir 38 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.560 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder