Uttanlands

13 ára gomul dripin í Noregi

13 ára gamla Sunniva Ødegård er funnin deyð í Noregi í nátt og løgreglan kannar deyðan sum dráp.

(Mynd: MATHIAS OPPEDAL / NRK)

(Mynd: MATHIAS OPPEDAL / NRK)

2018-07-30 17:04 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Náttina til mánadagin varð ein ung genta funnin dripin datt við húsini hjá sær í útkantinum av Varhaug í Há kommunu. Familjan og vinir vóru úti og leitaði eftir gentuni, tí hon ikki var komin heim. 

Løgreglan staðfesti sambært NRK tíðliga, at okkurt illgrunasamt var við deyðanum og seinni var staðfest at talan var um dráp. 

Krypos deildin hjá norsku løgregluni, sum arbeiðir við organiseraðum kriminaliteti og serliga álvarsligum brotsverkum, arbeiðir við málinum. 

NRK skrivar eisini, at familjan sum vera man var skelka og hevur fingið stuðul frá serligum krisuhjálparum. Enn er sum skilst lítið greitt í málinum annað enn at løgreglan kennir seg vísan í, at talan er um dráp. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder