Innanlands

13 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar

Tað er ein vøkstur á 700 milliónir krónur í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-05-17 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum mai 2024 til apríl 2024 vórðu 13 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.

Tað eru góðar 700 milliónir krónur - ella 5,7 prosent - fleiri lønarkrónur enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini, skrivar Hagstovan.

Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum - eitt lítið prosent hægri enn í undanfarnu 12 mánaðirnar.

Av samlaða vøkstrinum á góðar 700 milliónir krónur, áttu kvinnurnar 53 prosent við 372 milliónum krónum.

Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var næstan átta prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. Hjá monnum var lønin 4,5 prosent hægri.

Miðallønin hjá kvinnum 26 prosent lægri 
Í apríl var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 37.529 krónur. Hetta eru sløk níggju prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør.

Í apríl fingu kvinnur 31.640 krónur í miðal, sum er 26 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 42.957 krónur.

Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin 9,3 prosent hægri hjá monnum og átta prosent hjá kvinnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder