Innanlands

1,3 milliónir fyri toskakvotuna

Kambur, Klakkur og Eivind keyptu tað, sum var eftir av kvotuni á Flemish Cap

Frystilínuskipið Klakkur úr Klaksvík hevur keypt seg til 500 tons afturat á Flemish Cap (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Frystilínuskipið Klakkur úr Klaksvík hevur keypt seg til 500 tons afturat á Flemish Cap (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-01 11:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landskassin kundi í gjár inntøkuføra 1.325.000 krónur fyri søluna av rættindunum at fiska á Flemish Cap.

Av samlaðu toskakvotuni á 3.911 toní ár, vórðu 1.276 tons í gjár seld á uppboðssøluni hjá Fiskimarknaði Føroya. Hetta er fyrstu ferð, at rættindini at fiska tosk á Flemish Cap verða seld á uppboðssølu.

Pf. M&S Strendur á Strondum, sum eigur frystilínuskipið Kamb fór avstað við størsta bitanum og keypti 526 tons fyri 550.000 krónur, svarandi til 1,05 krónur fyri kiloð. Spf. Undir Klakki, sum eigur Klakk, keypti 500 tons fyri 515.000 krónur, 1,03 krónur kiloð og Pf. Fossá í Sandavági, sum eigur Eivind, keypti 250 tons fyri 260.000 krónur, svarandi til 1,04 krónur fyri kiloð.

Fimm fristilínuskip eru í løtuni til fiskiskap á Flemish Cap. Tey, sum ikki fingu part av hesum parti av kvotuni eru Ågot og Stapin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder