Innanlands

13 vegir stongdir í samband við Mentanarnáttina

Teir flestu eru stongdir frá klokkan 16 og til klokkan tvey um náttina - nakrar gøtur verða stongdar klokkan 18 fríggjadagin

Tað er aftur koyrandi báðar vegir í Vágsbotni, men í samband við mentarnarnáttina fríggjadagin 2. juli verður stongt fyri ferðslu her í tíggju tímar

Tað er aftur koyrandi báðar vegir í Vágsbotni, men í samband við mentarnarnáttina fríggjadagin 2. juli verður stongt fyri ferðslu her í tíggju tímar

2023-05-30 19:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ikki verið møguligt at koyra ymsastaðni í høvuðsstaðnum av ymiskum orsøkum í seinastuni, og fríggjadagin verða eisini ymiskar forðingar.  

Í dag hevur Tórshavnar kommuna boðað frá, at tað aftur er koyrandi báðar vegir í Vágsbotni, men júst Vágsbotnur er eitt av økinum, har tað verður stongt fyri ferðslu í samband við mentarnarnáttina

- Í samband fríggjadagin 2. juni verða fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn, skrivar torshavn.fo.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvørjir vegir eru stongdir nær, og tað sæst niðanfyri:


Vegir stongdir klokkan. 16-02:

Vágsbotnur frá Bøgøtu og Skálatrøð
Undir Bryggjubakka
Bryggjubakki til Bringsnagøtu
Sverrisgøta til Magnus Heinasonargøta
Tórsgøta frá Steinatúni oman til Vágsbotn
Niels Finsens gøta frá Steinatúni oman til Vaglið
Mylnugøta
Áarvegur
Kopargøta

Vegir stongdir kl. 18-02:

Bøgøta frá Gríms Kambans gøtu til Doktara Jakobsens gøtu
Doktara Jakobsens gøta
Tróndargøta frá Doktara Jakobsens gøtu til Niels Winthers gøtu
Havnargøta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder