Mentan

13 vilja stjórna Kringvarpinum

Nýggjur kringvarpsstjóri verður settur um nakrar vikur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-03-11 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá freistin til stjórastarvið í Kringvarpi Føroya var úti á midnátt vóru 13 umsóknir komnar inn.

Tað sigur Rógvi Olavson, formaður í Kringvarpsstýrinum, við kvf.fo.

Nýggi stjórin kemur fyri Ivan Niclasen, sum hevur stjórnað stovninum síðan 2018. Hann varð loystur úr starvi í sambandi við eitt mál, har hann loyvdi einum borgara at sleppa undan kringvarpsgjaldi, tí hann hótti starvsfólk á stovninum.

Síðan desember hevur Katrin Petersen, sum annars er tíðindaleiðari í Kringvarpinum, røkt starvi sum stjóri.

Starvið er áramálssett í fimm ár.

Rógvi Olavson sigur, at stýrið nú fer undir tilgongdina og tað fer at taka nakrar vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder