Innanlands

130 springarar lagt beinini

Springararnir vórðu sæddir úr Eystnesi í morgun og riknir inn á Skálafjørðin – Fyrst varð mett, at talan var um 200 hvalir

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2024-09-07 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

130 springarar hava lagt beinini í Skálafirði.

Springararnir vórðu sæddir fimm fjórðingar úr Eystnesi beint fyri klokkan níggju í morgun, og avgerð varð tikin um at reka teir inn á Skálafjørðin.

Fyrst varð mett, at talan var um 200 hvalir.

Jacob Vestergaard, sýslumaður upplýsir sambært Kringvarpinum, at seðlarnir væntandi koma út seinnapartin ella í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder