Innanlands

13,1 milliard krónur í lønum seinastu 12 mánaðirnar

Talan er um ein vøkstur á knappar 690 milliónir ella 5,5 prosent í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, sigur Hagstovan

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2025-06-21 19:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum juni 2024 til mai 2025 vóru 13,1 milliard krónur útgoldnar í lønum.
Tað er ein vøkstur á knapapr 690 milliónir krónur - 5,5 prosent - í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.

Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum – hálvt prosentstig hægri enn í undanfarna tíðarskeiði, meðan menn og kvinnur áttu næstan helvt um helvt av Vøkstrinum á 690 milliónir.

Útgoldna lønin hjá kvinnum var næstan sjey prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá monnum var lønin 4,7 prosent hægri. 

Í mai var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 36.152 krónur - fimm prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør.

Í mai fingu kvinnur 30.251 krónur í miðal, sum er 27 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 41.640 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 6,3 prosentum hjá monnum og 3,3 prosentum hjá kvinnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder