Í gjár fylti Pizza 67 20 ár, og í hesum sambandi vórðu pizzur seldar fyri 20 kr., og nógv nýttu høvið at støkka inn á gólvið.
Longu ein tíma áðrenn dyrnar lótu upp, stóðu fólk og bíðaðu, og fram til kl. 20, tá deiggið var uppi, var trappan full av svongum pizzagestum, ið tilsamans ótu 1.335 pizzur.
Hetta merkir, at fyri hvørji 22 sekund fór ein nýbakað pizza um diskin, og hetta mann vera nýtt føroyskt pizza met. Í øllum førum er tað greitt Pizza 67 met.
Innkomni peningurin upp á kr. 26.700,- bleiv brúktur longu í dag, tá Ann-Margit Danielsen, tænastuleiðari í Pizza 67, handaði peningin til Beran, ið er sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist onkran kæran.
Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, fegnaðist, sum vera mann, um gávuna, og ynskti Pizza 67 til lukku við degnum við lyftinum um, at hesir pengar skuldu brúkast til eitt gott endamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald