Vøksturin í lønum var í 2025 eitt vet størri enn undanfarin ár. Menn áttu 60 prosent av lønunum somuleiðis áttu teir 66 prosent av lønarvøkstrinum samanborið við árið frammanundan. Ein triðingur av samlaða lønarvøkstrinum stavar frá "Fiskiveiðu og aling", har serliga lønarkrónur í botnfiskiveiðu eru vaksnar.
13,6 milliardir krónur vórðu útgoldnar í lønum í 2025. Hetta eru 906 milliónir, ella 7,1 prosent, fleiri lønarkrónur enn árið fyri. Tað vísir nýggjasta samanteljingin frá Hagstovuni.
Gongdin seinastu árini vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur, men vøksturin var tó eitt vet størri í 2025 enn undanfarin ár. Í 2024 var vøksturin 5 prosent, og í 2023 var vøksturin 6 prosent.
Menn eiga meginpartin av lønini og vøkstrinum
Av útgoldnu lønarkrónunum í 2025 áttu menn 60 prosent við 8,4 milliardum krónum. Somuleiðis áttu teir størra partin, 66 prosent, av samlaða lønarvøkstrinum, tá samanborið er við árið frammanundan.
Lønarkrónurnar hjá monnum vóru 7,7 prosent størri í 2025 enn í 2024. Hjá kvinnum var vøksturin eitt vet minni við 6,2 prosentum.
Býtt á kyn og geira, er størsti vøkstur hjá monnum, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Teir hava fingið 513 fleiri milliónur krónur útgoldnar í 2025 samanborið við 2024, sum er ein vøkstur á 9 prosent. Kvinnur høvdu størra vøksturin hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, við 211 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 6 prosent.
Botnfiskiveiðan vaksin við meira enn helvtini
Størstu partar av lønarkrónum vórðu útgoldnar í almennu vinnugreinunum "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar". Tilsamans áttu tær 3,8 milliardir krónur í 2025, sum er 28 prosent av samlaðu lønunum. Lønarvøksturin samanborið við árið fyri er samlað á leið 6 prosent við yvir 210 milliónum.
"Landbúnaður, skógarrøkt og fiskiveiða" átti trið størsta lønarpartin við 1,8 milliardum krónum, sum er 13 prosent av samlaðu lønunum. Lønarvøksturin samanborið við árið frammanundan var tó størstur í hesari vinnugrein við 300 milliónum krónum ella 20 prosentum. Útgreinað sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru slakar 200 milliónir krónur ella heili 56 prosent størri í 2025 samanborið við 2024.
Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum í 2025 samanborið við 2024 býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki høvdu størsta vøkstur við 16,7 prosentum. Búsitandi í Suðurstreymoyar øki høvdu minsta lønarvøkstur við 6 prosentum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald