2018-07-23 11:07
Ein skottilburður varð í Toronto í gjárkvøldið, har ein maður skeyt eftir tilvildarligum fólki á gøtuni.
Ein kvinnan lat lív, meðan ein ung genta er í lívsvanda. 12 onnur fólk vórðu særd í skottilburðinum. Brotsmaðurin lat lív eftir at hann skeyt seg sjálvan.
Løgreglan veit enn ikki hví maðurin skeyt. Allar hugsandi orsøkir verða kannaðar, m.a. yvirgangur, sigur løgreglustjórin í Toronto, Mark Saunders við CNN.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald