Innanlands

14 milliardir útgoldnar í lønum seinasta árið

Tað er ein vøkstur á 880 milliónir krónur ella 6,7 prosent í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2026-06-17 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum juni 2025 til mai 2026 vóru 14 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum. Tað er ein vøkstur á 880 milliónir krónur ella 6,7 prosent í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.

Størsti vøkstur í krónum áttu tey, sum arbeiða innan landbúnað, skógrøkt og fiskiveiðu. Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin var serliga stórur í botnfiskiveiðu, har lønirnar eru vaksnar við næstan 50 prosentum.

Aðrar vinnugreinar við stórum lønarvøkstri í krónum vóru Flutnings- og goymsluvinna, Heilsu- og Almannaverk, og Framleiðsluvinna við ávikavist 100 og 77 milliónum krónum. Hesi høvdu ein lønarvøkstur millum fýra og átta prosent.

Menninir áttu størsta partin av vøkstrinum
Av samlaðu útgoldnu lønini seinastu 12 mánaðirnar áttu menn 62 prosent við 8,6 av tilsamans 14 milliardum krónum. Menn áttu eisini størra partin av lønarvøkstrinum, tá samanborið var við undanfarnu 12 mánaðirnar. Av lønarvøkstrinum á 880 milliónir krónur áttu menn 71 prosent við 620 milliónum krónum, skrivar Hagstovan.

Menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, áttu størsta vøkstur. Teir áttu meira enn helvtina av vøkstrinum við góðum 540 milliónum krónum.

Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin í krónum við 144 milliónum krónum.

Tey, sum vóru búsitandi í Sandoynni høvdu størsta partin av vøkstrinum – 13,7 prosent. Norðourstreymoy hevði minsta vøksturin – 4,6 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder