Innanlands

14 milliónir betri enn væntað í Nes kommunu

Inntøkurnar vóru hægri enn roknað varð við, og tí bleiv hallið til eitt avlop

(Savnsmynd: Simon Nordendal)

(Savnsmynd: Simon Nordendal)

2023-04-28 10:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2022 varð samtyktur mánadagin. Hann vísti eitt úrslit 14,2 milliónir betri enn roknað varð við.

Samb. fíggjarætlanini fyri 2022 varð roknað við einum halli eftir íløgur á 12,2 mió. kr., staðfest varð eitt yvirskot á 2,0 mió. kr., t.v.s. 14,2 mió. kr. betri úrslit enn roknað varð við.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2022, eftir frádrátt av rentustuðli, var 73,2 mió. kr., sum er 4,1 mió. kr. hægri enn í 2021. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2021 varð roknað við eini nettoskattainntøku eftir á 67,7 mió. kr.. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2022 5,5 mió. kr. betri enn mett.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2022 vóru 57,5 mió. kr., ið er 2,7 mió. kr. meira enn í 2021. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2022 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu  á 59,3 mió. kr.. Sostatt vórðu samlaðu útreiðslurnar í 2022 1,8 mió. kr. minni enn mett í fíggjarætlanini.

Rakstraravlopið í 2022 var 15,6 mió. kr., í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einum avlopi uppá 8,4 mió. kr.. Rakstraravlopið varð sostatt 7,2 mió. kr. betri enn mett.

Samlaðu nettoíløgurnar í 2022 vóru 13,7 mió. kr.. Í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 20,6 mió. kr.. Íløgurnar í 2022 vóru sostatt 6,9 mió. kr. minni enn mett í fíggjarætlanini. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2022, verða fluttar til 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder