Innanlands

1,4 mió. kr. settar av til spæliplássið

Nýggja spæliplássið á Tvøroyri tekur skap

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-18 06:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Spæliplássið, ið Tvøroyrar kommuna í fjør samtykti at gera, er nú so smátt byrjað at taka skap. Spæliplássið verður á økinum  omanfyri Posta/Bank Nordik bygningin í miðbýnum. Arbeiðsmenn hjá Teknisku Deild hjá Tvøroyrar Kommunu hava í seinastuni hampað undirlagið, har spæliplássið kemur at standa. 400.000 kr vóru settar av í 2018 til spælipláss og í 2019 er 1 millión sett av til spæliplássið. Tilsamans eru sostatt 1,4 mió. kr settar av til spæliplássið.

Spæliplássið liggur frálíka væl fyri miðskeiðis í býnum og fer vónandi at vera til stóra gleði hjá børnunum. Spæliplássið inniheldur ymiskt til bæði stór og smá, eitt nú trampolinar, skreiðibreyt, klatrivegg og mangt annað, ið eisini sæst á viðfestu myndunum, skrivar Tvøroyrar kommuna. Undirlagið á spæliplássinum er úr gummi og sera gott at ganga/spæla á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder