Í november-desember gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út nógvar bøkur. Heili seks bøkur vóru í hesum Bókaklubbaumfari, og umframt hesar gav Bókadeildin út átta bøkur, sum fóru út uttan um klubban.
Talan er bæði um upprunaføroyskar og týddar bøkur, og um bøkur til børn, ung og vaksin.
Bebbi og fitta kroppskinnið
Bebbi hevur tvey eygu, sum síggja, føtur, sum duga at renna, fingrar, sum spæla, ein munn, sum kann eta...
Mervi Lindman skrivaði og myndprýddi, og Marna Jacobsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 26 síður og til tey, sum eru umleið 0-1 ár.
Gita, hvussu góður eg eri við teg
“Eg elski teg líka upp á mánan – OG NIÐUR AFTUR.”
“Hetta er ein bók, sum bæði foreldrum og børnum dámar so sera væl ... Øll vaksin vilja fegin lesa hana umaftur og umaftur, tá ið tað er songartíð!” The Guardian.
Sam McBratney skrivaði, Anita Jeram myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 28 síður og til tey, sum eru umleið 2-4 ár.
Langa Lina langomma
Langomma hevur ikki altíð verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og barn - líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum.
Aðalbjørg Linklett skrivaði, og Annika Øyrabø myndprýddi. Bókin er innbundin, 28 síður og til tey, sum eru umleið 5-6 ár.
Emil í Lønnibergi, 1. partur
Í Lønnibergi búði ein lítil smádrongur, sum æt Emil. Hann var ein ordiligur kúllur. Hann var ikki so fittur sum tú, minni enn so, men fittur var hann kortini, tá ið hann ikki græt. Hann hevði stór, blá eygu, runt andlit og gult, purlut hár. Ja, hann líktist einum eingli, men hann var eingin eingil.
“Altíð finnur hann upp á okkurt skálkabragd, hasin drongurin,” segði Lina, sum eisini búði í Kattholti í Lønnibergi júst sum Emil. “Og um hann eingi skálkabrøgd ger, so hendir altíð so nógv kortini, har hann er. Aldri havi eg sæð ein sovorðnan drong.”
Hetta er triðja broytta útgávan, og nú er hon í litum.
Astrid Lindgren skrivaði, Björn Berg myndprýddi, og Heini F. Petersen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 102 síður og til tey, sum eru umleið 7-10 ár.
Fjallaklintrarin – Søgnin um eygnasteinin 3
Norðari havnarbýurin er sundursoraður, og Iberis hevur latið ræðslu og armóð eftir sær. Í vónini um at finna eygnasteinin og taka valdið frá Iberis fara Miranda, Syrsa og Lýdia upp í fjøllini í Eysturlandinum.
Kuldin og óblíðskapurin hjá fjallafólkinum steðgar teimum ikki, og tær fara til endans heilt inn í myrkrið í fjallinum. Har fáa teirra gerðir avleiðingar, ið tær ikki høvdu kunnað ímyndað sær. Les eisini fyrru bøkurnar í røðini: Perlufiskarin og Fuglatemjarin.
Karin Erlandsson skrivaði, og Guðrið Rubeksen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 252 síður og til tey, sum eru umleið 11-13 ár.
Loynigentan
Alda hevur afturvendandi marrur um systur sína, ið tók lívið av sær. Um alt blóðið í baðikarinum og henda rama luktin. Alda má læra seg at finna stevið eftir hesa ræðuligu hending. Men tankin, ið alla tíðina vitjar aftur, er: hví tók Brynja, henda lívsglaða gentan, lívið av sær?
Tórunn Karina Henriksen skrivaði. Bókin er heft, 232 síður og til tey, sum eru umleið 14 ár og eldri.
Fyrstu hundrað orðini
Myndir kunnu siga meira enn túsund orð, og FYRSTU HUNDRAÐ ORÐINI fer heilt vist at frøa og stimbra børnini at læra tey fyrstu orðini.
Hetta er 4. útgávan av bókini. Bókin er innbundin, 32 síður og til tey 0-3 ára gomlu.
Gruffalo
Men revurin er tann minsti av trupulleikunum hjá tí kviku músini.
Hon fer skjótt at standa andlit til andlits við eina uglu, eina slangu og ... Áh hjálp! Áh nei! Ein Gruffalo! Fitt myndabók um snildu músina, ið fær stóra og ljóta Gruffalo at ræðast seg.
Julia Donaldson skrivaði, Axel Scheffler myndprýddi, og Anna Maria Reinert Jensen týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 24 síður og til tey, sum eru umleið 3-6 ár.
Gruffalodiddan
Men eitt kvøldið við kulda og kava lurtar Gruffalodiddan ikki eftir ávaringunum hjá pápanum og sníkir seg út í kavan. Tí tann Stóra Ónda Músin er ikki til ... ha?
Julia Donaldson skrivaði, Axel Scheffler myndprýddi, og Anna Maria Reinert Jensen týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 24 síður og til tey, sum eru umleið 3-6 ár.
Reiggjan
Tvíburarnir ynskja sær reiggju, men mamman og pápin siga kortanei.
Men hví sleppa tey ikki at fáa reiggju?
Rakel Helmsdal skrivaði og myndprýddi. Bókin er innbundin, 32 síður og til tey, sum eru umleið 3-6 ár.
Jólagrísurin
Ein av heimsins størstu søgusigarum hevur skrivað hetta hjartanemandi, spennandi ævintýrið um, hvussu høgt eitt barn kann elska nakað, sum tað virðismetir mest av øllum - og hvussu langt tað vil fara at bjarga tí.
J.K. Rowling skrivaði, Jim Field myndprýddi, og Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 326 síður og til tey, sum eru umleið 7-11 ár.
Harry Potter – Eitt gandakent ár
Myndprýðingarnar hjá Jim Kay av søgunum um Harry Potter eftir J.K. Rowling hava rúnabundið eitt heilt ættarlið. Í hesari glæsiligu útgávuni vera nógvar av hansara gandakendu myndum úr myndprýddu útgávunum, nýggjar tekningar og ikki fyrr sæddar skitsur settar saman við 366 ógloymandi sitatum úr bókarøðini.
J.K. Rowling skrivaði, Jim Kay myndprýddi, og ávikavist Gunnar Hoydal, Malan Háberg og Bergur Rasmussen hava týtt úr enskum.
Bókin er innbundin, 240 síður og til tey, sum eru umleið 9-12 ár.
Mín jólabók 2021
Mín jólabók 2021 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.
Beinta Johannessen og Turið Kjølbro hava ritstjórnað. Bókin er innbundin, 80 síður og til børn í øllum aldri!
Av Matterhorn í Leirvíkstún
Í Av Matterhorn í Leirvíkstún eru áhugaverdar, nemandi og hugfarsligar hugleiðingar um, hvussu tað er at búseta seg í Føroyum sum útlendingur, har alt er so nógv øðrvísi enn tað, tú kennir úr heimlandinum. Vit kunnu lesa um ymiskt, Monika Stauss Joensen hevur møtt á leiðini, saman við familju og vinum og sum yrkistónleikari úti og heima. Her eru forkunnugir minnisbitar, sum reika aftur í barnaárini í Sveis, og sum knýta seg í tíðina í Føroyum, og sum binda alt saman.
Monika Stauss Joensen skrivaði. Bókin er innbundin og 160 síður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald