Rættiliga nógvar fráboðanir um skaðar komu í nógva vindinum, sum herjaði oyggjarnar seinnapartin í gjár.
Frá hálvgun tvey-tíðina fram til klokkan hálvgun sjey komu 14 fráboðanir inn til løgregluna. Í flestu førum vóru sløkkilið send út fyri at festa lutir, ið vóru loysnaðir í vindinum.
Fráboðanirnar komu frá tí mesta av landinum, eitt nú úr Havn, Streymnesi, Norðragøtu og Klaksvík.
Í Havn varð boðað frá, at byggitilfar var loysnað á skúlanum á Fløtum, sum stendur í gerð, á Norðhavnini í Klaksvík rókust takplátur í vindinum, ein flagtekja hevði hug av ríva, ein úthurð var fokin av, okkurt skelti var loysnað og boðað var eisini frá einum lyktapela, sum rystist óvanliga nógv í vindinum.
Ongin av fráboðanunum var tó av álvarsligum slag, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald