Innanlands

145 metrar sprongdir í farnu viku

Nú nærkast 10.000 metrum

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-03-05 11:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku vórðu sprongdir 145 metrar í alt í Eysturoyartunlinum. Nú eru sprongdir 9.886 metrar av 11.250 metrum.

Av Hvítanesi vórðu í farnu viku sprongdir 56 metrar. Í alt eru nú sprongdir 4.721 metrar frá Streymoyarlandinum.

33 metrar vórðu sprongidr frá rundkoyringini móti Hvítanesi. Á hesum teininum eru sprongdir 1.776 metrar.

Og frá rundkoyring móti Rókini vórðu sprongdir 56 metrar í farnu viku. Har eru í alt sprongdir 1.764 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder