2019-07-09 10:21
Stórur bíðilisti er eftir bústøðum frá Almannaverkinum. 149 fólk standa á bíðilistanum.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur svarað Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu, um støðuna, har fleiri fólk bíða eftir einum staði at búgva í hjá Almannaverkinum.
Av teimum 149 fólkunum, sum standa á bíðilista, hava 21 teirra tó bústað hjá Almannaverkinum frammanundan, men ynskja at flyta í annan bústað hjá Almannaverkinum, veit Kringvarpið at siga.
Eyðgunn Samuelsen segði í svarinum til Sonju Jógvansdóttir, at seinastu fýra árini eru 62 búpláss og 18 umlættingarpláss gjørd.
Almannaverkið ætlar eisini at leiga frá privatum veitarum, sum byggir og innrættar bústaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald