2019-01-04 14:50
Tokvanlukkan á Stórabeltsbrúnni, sum mikumorgunin kravdi átta mannalív, sendi 16 fólk á sjúkrahús við skaðum.
Skjótt var greitt at fleiri teirra, sum fingu skaða, bert høvdu fingið smærri skaðar. Men nøkur vóru, sum høvdu fingið eitt sindur álvarsamari skaðar.
Í morgun var ein persónur útskrivaður úr sjúkrahúsinum í Odense. Við hesum eru nú 15 av teimum 16 útskrivaði. Enn er ikki vist nær seinasti persónurin kann væntast at verða útskrivaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald