2019-03-22 12:52
Løgreglan hevur úr at gera í dag við at svara telefonini. Nógv fólk hava ringt á støðina fyri at boða frá stormskaðum.
- Higartil hava vit fingið 15 fráboðanir um stormskaðar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Hóast fimtan stormskaðar eru fráboðaðir, so er enn eingin løgreglubilur sendur.
- Vit biðja eisini fleiri um at venda sær til brandstøðina við fráboðanini, sigur vaktleiðarin.
Nakrir av fráboðanunum eru m.a. ein tekja, sum fór í Skálabotni, ein tekja, sum fór í Kollafirði, og í Miðvági vóru tey bangin um ljósmastrarnar, sum standa við MB vøllin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald