Uttanlands

15 særd í álopi á Kyiv í nátt

Hetta er eitt av størstu loftálopunum í hesum krígnum, sigur ukrainski herurin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-05-24 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski høvuðsstaðurin Kyiv varð í nátt raktur av einum russiskum rakett- og dronuálopi, og í minsta lagi 15 fólk vórðu særd.

Vrakpetti frá dronum duttu niður í fleiri býarpartum, og eisini varð boðað frá fleiri eldsbrunum.

Sambært ukrainsku loftverjuni vórðu 14 rakettir og 250 dronur skotnar móti málum í Ukraina. Høvuðsmálið var Kyiv. Álopið verður umrøtt sum eitt av størstu samskipaðu loftálopunum undir krígnum, sum byrjaði í februar 2022, skrivar Ritzau.

Ukrainskir myndugleikar boða eisini frá, at tvey fólk vórðu dripin fríggjadagin undir einum russiskum dronuálopi í havnabýnum Odessa í sunnara parti av Ukraina, og eisini vórðu fleiri særd í álopinum.

Mikudagin og hósdagin boðaði russiska verjumálaráðið frá ukrainskum dronuálopum. Sambært russum vórðu yvir 300 ukrainskar dronur skotnar niður mikudagin, og 159 dronur vórðu skotnar niður hósdagin, skrivar Reuters.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder