![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Aftur í ár vóru Føroyar partur av stóru altjóða tiltakinum World Cleanup Day hjá Let's Do It World felagsskapinum í Estlandi.
Hóast tiltakið Rudda Føroyar var øðrvísi skipað í ár, við ongum samskiparum, er nevndin í Rudda Føroyar sera væl nøgd við stóra luttakaratalið og mongdina av ruski, sum varð ruddað í ár, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
Í ár varð ruddað í eina heila viku í døgunum 12. – 19. september í staðin fyri í ein dag.
– Umframt at vera takksom fyri stóra luttakaratalið í ár í Føroyum, eru vit eisini takksom fyri allan stuðulin vit hava fingið frá feløgum, fyritøkum og kommunum. Hiddenfjord er okkara høvuðsstuðul í ár. Við stuðli frá tykkum øllum tilsamans, er enn lættari at náa á mál, sigur nevndin í Rudda Føroyar.
Í ruddingarvikuni vóru 1.234 skrásettar luttakarar, sum ruddaðu tilsamans 15 tons av óruddi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald