Innanlands

15.000 hava longu fingið sær koyrikort á telefonina

Skjáttan varð tikin í nýtslu fyri viku síðani

Árliga fáa umleið 100 fólk bót fyri ikki at hava koyrikortið á sær, tá ið tey verða steðgað av Politinum

Árliga fáa umleið 100 fólk bót fyri ikki at hava koyrikortið á sær, tá ið tey verða steðgað av Politinum

2023-04-27 20:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Skjáttan varð tikin í nýtslu fyri einari viku síðani, hava 15.000 fólk tikið appina niður. Hetta upplýsir Talgildu Føroyar í dag.

Longu fyrsta samdøgrið tóku næstan 9.000 fólk appina niður, og Skjáttan lá harvið nummar 1 á listanum fyri ókeypis appir í App Store og nummar 4 hjá Play Store.

- Góða undirtøkan av Skjáttuni gevur okkum eina greiða fatan av, at tað hevur verið eftirspurningur eftir eini talgildari útgávu av koyrikortinum. Árliga fáa umleið 100 fólk bót fyri ikki at hava koyrikortið á sær, tá ið tey verða steðgað av Politinum.

Skjáttan er app, ið hýsir talgildum koyrikorti og samleikakorti. Koyrikortið er sjálvboðið ískoyti til tey, ið heldur vilja hava koyrkortið á telefonini.

Hendan funkan er ætlað at hýsa ymiskum talgildum loyvum og prógvum, og sambært talgildu.fo hava nógv sett seg í samband við Talgildu Føroyar seinastu dagarnar við áhuga fyri at gerast partur av Skjáttuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder