Innanlands

16 hava søkt sjúkrahússtjórastørv

16 ymiskir umsøkjarar hava søkt stjórastørvini á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Summir umsøkjarar hava søkt fleiri av størvunum

2019-04-24 10:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stórur áhugi er fyri at gerast stjóri í sjúkrahúsverkinum. Tá freistin at søkja tey trý størvini sum stjórar í Sjúkrahúsverki Føroya fór á midnátt vóru íalt 16 umsóknir komnar.

Talan er um umsóknir frá bæði mannfólkum og konufólkum og summir av umsøkjarunum hava søkt fleiri av størvunum, skrivar Heilsu- og Innlendismálaráðið. Samanumtikið hava umsøkjarar víst áhuga fyri størvunum soleiðis:

Sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, sum eisini verður forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya: 8 umsóknir

Sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi: 8 umsóknir

Sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi: 5 umsóknir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder