Nýggjastu tølini frá Landsverki vísa, at áleið 1600 bilar koyrdu gjøgnum Árnafjarðartunnilin um samdøgrið gerandisdagar í august. Samlaða miðaltalið fyri 2018 higartil er 1.381 bilar.
2018: 1.381 um samdøgrið
2017: 1.290 um samdøgrið
2016: 1.238 um samdøgrið
2015: 1.108 um samdøgrið*
*Tøl fyri november og desember 2015
Tølini eru munandi hægri enn tað annars hevur tosað um. Í uppskotinum um nýggjar tunlar norður um fjall, sum varð lagt fram í 2009, varð tosað um 900 bilar um samdøgri, men talið er nú vaksið til næstan tað dupulta - í øllum førum í summarmánaðunum.
Talan er um persónbilar, men eisini nógvar stórar lastbilar í sambandi við vinnulívið eystan Múla.
Uppskotið um tunlar norður um Fjall varð lagt framaftur fyri løgtingið herfyri, og stendur á skránni á næsta tingfundi, sum verður mánadagin 10. september. Seinast uppskotið var fyri, fall tað við 14 atkvøðum fyri og 15 ímóti.
Ferðslan í Árnafjarðartunnilin higartil í 2018 (Kelda: Landsverk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald