Innanlands

169 milliónir eftir skatt fyrra hálvár

Góða úrslitið hjá Betri Banka kemst serliga av øktum rentuinntøkum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-09-07 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hálvársroknskapurin hjá Betri Banka fyri 2024 vísir eitt úrslit á 169,1 millión krónur eftir skatt. Góða úrslitið kemst serliga av øktum rentuinntøkum, skrivar Betri Banki í tíðindaskrivi.

Útlánini eru økt við 379 milliónum krónum, og innlánini eru økt við 451 milliónum krónum seinasta árið. Betri Banki hevur nú ein solvens á 34,7%.

Fyrr í ár varð avgerð tikin um at lækka fleiri kostnaðir og gera aðrar tænastur ókeypis. Í juni varð harumframt framd ein rentulækking á útlánum, meðan innlánsrentunar eru verandi óbroyttar. Útlit eru til, at rentan lækkar aftur seinni í ár, og tí væntar leiðslan eitt lakari úrslit fyri seinna hálvár 2024, skrivar bankin.

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024:

  • Úrslit eftir skatt: 169,1 milliónir krónur
  • Útlán: 8.1 milliard krónur
  • Innlán: 9.6 milliardir krónur
  • Solvensur: 34,7%
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder