Innanlands

17 næmingar fingið prógv í føroyskum sum annaðmál

Næmingarnir eru úr sjey ymiskum londum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-12-11 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvøldskúlin í Havn handaði í gjár prógv fyri at hava tikið føroyskt sum annaðmál. Tað skrivar Tórshavnar kommuna. 

17 næmingar fingu handað váttan. Teir eru úr Ghana, Brasil, USA, Kekkia, Grikkalandi, Tailand og Filipsoyggjunum.

Framhaldsskeið í føroyskum sum annað mál hjá Tórshavnar Kvøldskúla byrjar aftur í januar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder