Innanlands

17 námsfrøðingar fáa prógv á Fjarlestrardeplinum

Hava tikið fjarlestur í Vági síðan januar 2016

2019-06-20 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin 28. juni verður hátíðardámur á Fjarlestrardeplinum í Vági, tá 17 námsfrøðingar fáa prógv.

Fjarlestrardepilin skipaði í 2015 samstarv við Københavns Professionshøjskole um námsfrøðiútbúgving sum fjarlestur. Útbúgvingin byrjaði í januar 2016, og hava 17 lesandi nú lokið útbúgvingina og eru vorðnir professións bachelorar í námsfrøði, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.

Útbúgvingin hevur verið skipað sum ein kombinatión av fjarlestri og undirvísing á staðnum, og hava tey lesandi eisini verið í Danmark nakrar ferðir í útbúgvingartíðini. 

Tey 17 lesandi eru úr øllum landinum, og hava um dagarnar verið í Danmark til próvtøku, har tey hava vart bachelor-ritgerðina. Fríggjadagin 28. juni verður so prógvhandan í fimleikahøllini í Vágs Skúla. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder