Innanlands

17 tilburðir í 1.759 kanningum í gjár

Øll eru smittað í Føroyum og hjá øllum, uttan tveimum, er smittukeldan kend. 119 eru smittað við koronu í løtuni

2021-10-05 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vóru 17 nýggir koronutilburðir staðfestir. Hetta skrivar corona.fo.

- Øll eru smittað í Føroyum, í 15 førum frá kendari smittukeldu, og í tveimum førinum er smittukeldan ókend.

Talan var um 1.759 kanningar. Í løtuni eru 119 smittað í Føroyum. Í gjár var hetta talið 117, so tað merkir, at 15 ikki longur hava koronusmittuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder