Innanlands

18 brot á ferðslulógina

Ferðsluløgreglan hevði serligt átak á Tvøroyri í gjár

2025-12-16 09:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ikki færri enn 18 mál vórðu skrivað, tá ferðsluløgreglan í hálvan annan tíma kannaði bilar í Sjógøtu á Tvøroyri um middagsleitið í gjár.

Brotini snúðu seg eitt nú um, at bilførarar ikki høvdu koyrikortið uppi á sær, høvdu koyrikort, ið ikki var galdandi longur, lykta- og dekkfeilir og at koyrt varð uttan trygdarbelti.

Ferðslupolitiið fer eisini at gera kanningar í Suðuroynni í dag.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder