2018-10-18 13:29
Í minsta lagi 18 fólk vórðu dripin og áleið 50 vórðu særd í álopi á lærdan háskúla í býnum Kerch á Krim hálvoynni í gjár.
Russiska anti-terror nevndin sigur við CNN, at spreingingin, sum var í álopinum, var av einum ókendum spreingingarluti.
Luturin var fyltur við metalstykkjum, sum fóru sendandi gjøgnum luftina, tá luturin sprongdist í matarstovuni í tøkniliga háskúlanum í Kerch.
Russisku myndugleikarnir siga, at brotsmaðurin, sum tey hava illgruna til, gjørdi sjálvmorð. Maðurin var sjálvur lesandi á skúlanum. Av tí at hann sjálvur var lesandi har, meta myndugleikarnir ikki at talan var um yvirgang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald