20 filmsverkætlanir fáa stuðul fyrra umfar í 2019.
Tað er greitt, nú Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, hevur viðgjørt tilmælini, sum hann fekk um stuðulsbýtið. 22 umsóknir komu inn og tilsamans 1.866.400 kr vórðu lætnar.
Stuðulin fevnir um hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu av filmi, og talan er um ymisk sløg av filmi, til dømis dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar, skrivar Mentamálaráðið.
Hesi 20 fingu stuðul í fyrra umfari 2019 fyri tilsamans 1.866.400 kr.
- Kykmyndir ÍVF Oktober 400.000
- Trygvi Danielsen 111 góðir dagar 250.000
- Anna Katrin Ø. Egilstrøð VITI 165.000
- Jóhan Martin Christiansen Touch me, touch me gently 120.000
- Rógvi Rasmussen Tað, ið hjartað sær, gloymist ei 100.000
- Gudmund Helmsdal Trøllabeiggi 100.000
- Alda M. Magnussen Ábyrgd 67.400
- Kykmyndir ÍVF Fjørður 48.000
- Johan Rimestad Heini & Vivion 80.000
- Hanus Johannesen Snildir menn 80.000
- Theresa Jákupsdóttir Verkir 60.000
- Andrias Høgenni Brúðarvalsur 75.000
- Atli Brix Kamban Storkur 72.000
- Eir í Ólavsstovu Havið - Taradrotningin 65.000
- Esther á Fjallinum Við fyrsta eygnabrá 59.000
- BlueBird Film Mannabørn 50.000
- Julia í Kálvalíð Omman 25.000
- Maria Tórgarð Living Room / Góðastova 25.000
- Árni Nicolajsen Vísindamaður við seiðakikara 20.000
- Havnar Sjónleikarfelag Illir Andar 5.000
Kykmyndir við Jón Hammer fekk størstu stuðulsupphæddina, 400 túsund kr., í hesum umfari. Talan er um spælifilm eftir Sakaris Stóra við arbeiðsheitinum ”Oktober”, sum snýr seg um ungan mann, ið arbeiðir á einum flakavirki. Tematikkurin er um tað lítla samfelagið, sum eksisterar sum eitt mikrokosmos og eitt heilt univers í sær sjálvum. Samstundis viðger søgan evni, sum hava altjóða áhuga so sum kynsleiklutir og eina hvørvandi verkafólkamentan.
Næststørstu upphæddina, 250 túsund kr., fekk Trygvi Danielsen, sum vann Geytan í 2018 fyri “111 góðar dagar”. Trygvi Danielsen arbeiðir víðari við at framleiða fleiri partar í eini stutt-sendirøð, sum hava andaliga prædikumannin Baldur og moralska nihilistin Teit sum berandi karakterir. Sendirøðin fylgir ikki siðbundnum frásøguhættum, men er ein sosialrealistisk frásøgn við skemtiligum og magiskum elementum.
Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð hevur fingið 165 túsund kr. til “VITI”, sum er eitt films- og tónlistarligt verk um vitið. Filmurin skal eftir ætlan takast upp í Mykinesi, har vitin verður karmur um eina pallseting av føroyska landslagnum, eftir at vanlukkuligar veðurlagsbroytingar og geislavirknar dálkingar eru farnar fram.
Mentamálaráðið upplýsir, at talið av umsóknum um stuðul til spælifilm veksur, og at hesa ferð eru ikki færri enn seks umsóknir til spælifilmar. Orsøkin er helst, at játtanin til film er hækkað nógv, og at filmsfólkini nú hava betri møguleikar at royna seg á spælifilmsøkinum eisini.
Tveir filmsráðgevar, sum í løtuni eru Magni Høgnesen og Barbara í Stórustovu, hava gjørt tilmæli til landsstýrismannin um stuðulsbýtið. Samlaða játtanin til føroyska filmsframleiðslu er nú 2,7 milliónir krónur, og tað er ein hækking á 400 túsund kr. í mun til 2018.
Eitt nýtt stuðulsumfar verður lýst seinni í ár við freist 1. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald